FITNESS - Renning.
   
 
  Forsíða
  Ítrottur
  Tíðindi
  => Hondbóltur
  => Fótbóltur
  => Renning.
  Íðka
  Spurnarkassi
  Søga
  Um okkum

Íðka ;)

Leygardagin 8. desember kl. 11.00 skipa FÍF og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2007-2008 í Havn.

 
Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) - 12 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -91) - 12 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1987-91) - 12 km
Gentur og dreingir (f. 1992-96) - 4 km
 
Startur og mál eru á ovaravølli í Gundadali. Runnið verður oman eftir Gundadalsvegnum, síðani til vinstru á  R.C. Effersøesgøtu, til høgru eftir Títlingsvegnum (Johs. Berg), til vinstru eftir Staravegnum (Skemman), so til høgru eftir Hoyvíksvegnum ( Bónus ), til høgru eftir Tjaldursvegnum, inn á Heykavegin og Títlingsveg út til til høgru á  R. C. Effersøesgøtu, síðani verður runnið niðan eftir Ringvegnum framvið Norðurlandahúsinum, til Áargeil og oman eftir Gundalsvegnum inn á ovaravøll. Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldri renna teinin trígjar ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.
 
Tilmelding fer fram heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum er www.athletics.fo, innan fríggjakvøldið 7. desember kl. 21.00. Startnummur verða avheintaðið í Bragda húsinum leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
 
Kappinigin er 2. umfar av vetrarkappingini sum fór av bakkastokki 16. november. Kappinigin er er ein opin kapping, ið merkir at øll kunnu luttaka sjálvt um ikki verður luttikið í hinum  kappingunum.
 
Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eisini eru at finna á www.athletics.fo.

Kelda : www.treysti.fo
Motión This website was created for free with Own-Free-Website.com. Would you also like to have your own website?
Sign up for free