Tað var rættur steypakappingardámur í badmintonhøllini í Klaksvík hóskvøldið, tá 1. deildarliðini hjá Team Klaksvík og StÍF møttust í fyrsta umfari í steypakappingini.
www.team-klaksvik.com skrivar, at tá sjey minuttir restaðu av dystinum, vísti máltalvan 24-27 til StÍF, og um ein skuldi dømað út frá avrikinum gjøgnum dystin, so bendi alt á, at Team Klaksvík var úti av steypakappingini - mest sum áðrenn hon var byrjað.
Stríðsandin
vørumerkið
Spælið hekk slettis ikki saman hjá klaksvíkingum, og sjáldan hevur ein sæð so nógvar persónligar feilir í einum hondbólsdysti. Tað var milt sagt eingin glotti at hóma á liðnum.
Men enn einaferð prógvaðu teir svørtkløddu úr Team Klaksvík, at stríðsandin er sterkasta vápnið hjá liðnum, og tað var eisini ein góður kollektivur innsatsur síðstu minuttirnar, sum brádliga vendi gongdini í dystinum á høvdið.
Klaksvíkingar gjørdu eitt desperat síðsta sprell, og hetta gav onkursvegna úrslit. Teir komu fyrst á javnt 27-27, men síðan kom StÍF aftur framum 28-27.
Eitt minutt fyri tíð javnar Niclas Niclasen við brotskasti, og StÍF hevur matchbólt og fer aftur í álop við 50 sekundum eftir. Men eftir eina miseydnaða atsókn frá strandingum vinnur Tórður Lervig bóltin í verjuni, og hann sendir hegnisliga Kristoffur Jakobsen avstað, og hesin setur bóltin sannførandi í málið til 29-28 til Team Klaksvík, sum eisini gjødist endaliga úrslitið.
Í komandi viku fer Team Klaksvík fyri fyrstu ferð undir regluliga venjing, og tað er eingin ivið um, at venjarin hevur nógv at taka fatt í. Tilfeingið er avgjørt til staðar, men tað er umráðandi, at hetta verður røktað.
Málini hjá Team Klaksvík hóskvøldið gjørdu: Niclas Niclasen 5 - Beinur Heðinsson 5 - Tórður Lervig 5 - Dánjal Kjærbo 4 - Kristoffur Jakobsen 4 - Jón Jacobsen 4 - Steffan Kalsø 2. Á liðnum vóru eisini Rógvi Olsen, Heri Thorsteinsson og Bent Hansen (m).
nordlysid.fo - Hósdagur 22. novembur 2007 - kl. 22:17